Á Mount Everest eru fleiri deyð í jarðskjálvtanum

Á Mount Everest eru fleiri deyð í jarðskjálvtanum
Ein av legunum niðan eftir fjallinum varð rakt av skalvalopi, tá jarðskjálvti var í Nepal í morgun.
Mynd: Savnsmynd  
 
25.04.2015 - 14:43

Í Nepal veksur talið á deyðum eftir sterka jarðskjálvtan í morgun. Váttaða talið á deyðum er 1400, og myndugleikarnir siga, at nógv fólk hava fingið skaða.

Í grannalandinum India er fólk eisini deyð í jarðskjálvtanum, sum merktist heilt suður til høvuðstaðin Dehli.

Nógv hús og tempul eru farin í sor, og í høvuðsstaðnum Katmandu er víðakenda útsýnistornið frá 1800 talinum rapað. Tað stóð á varðveitingarlistanum hjá UNESCO.

Jarðskjálvtin máldi 7,9. Miðdepilin var millum høvuðsstaðin Katmandu og býin Pokhara, har á leiðini búgva meira enn seks milliónir fólk, og telefonsambandið er slitið, so torført er at fáa yvirlit yvir støðuna.

Skalvalop á Mount Everest

Jarðskjálvin hevði við sær fleiri skalvalop á Mount Everest, og myndugleikarnir í Nepal hava váttað, at har eru tíggju deyð - teirra millum útlendingar, ið vóru á veg oman ella niðan á fjallið. Times of India hevur seinni skrivað, at talið á deyðun er 13.

Skalvalop rakti eina av legunum niðan eftir fjallinum. Har vóru 300 fjallaklintrarar staddir, og øll eru teimum til hjálpar, ið hava fingið skaða, sigur Sky news.

125 danskir ríkisborgarar eru í Nepal

Skjálvtin, ið er tann ringasti í Nepal í 80 ár, hevði miðdepil millum høvuðsstaðin Katmandu og býin Pokhara. Skjálvtin máldi 7,8 og fleiri eftirskjálvtar hava verið.

Danska borgerservice sigur við DR, at tey vita um 125 danskar ríkisborgarar, ið eru í Nepal. Men tað eru ikki øll, ið lata seg skráseta, tá tey fara at ferðast, og tí kann talið verða hægri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109