- Nógv føgur orð men eingin bjargingarætlan

- Nógv føgur orð men eingin bjargingarætlan
Úrslitið av fundinum hjá ES í gjár bjargar ikki mannalívum, sigur Amnesty International um niðurstøðurnar frá fundinum
Nógv føgur orð men ikki ein verulig bjargingarætlan, ið bjargar mannalívum. Tað er skoðsmálið hjá Amnesty International eftir útspælið hjá ES, ið varð lagt á borðið hósdagin
Mynd: Savnsmynd/AP  
 
24.04.2015 - 09:25

Amnesty heldur, at nógv føgur orð um pengar og útgerð vórðu førd fram, men felagsskapurin finnst hvassliga at, at ES ikki megnaði at semjast um tað, sum sambært Amnesty veruliga kann bjarga mannalívum; at víðka havøkið, har sokallaða Triton bjargingartilbúgvingin skal virka á.

- Tað, sum vit sóu í Brússel í gjár, var ein roynd hjá ES at bjarga sær undan eyðmýking. Tað var ikki ein roynd at bjarga mannalívum. Føgur orð um fígging skulu fáa okkum at halda, at hetta er ein trupulleiki, sum ES tekur í álvara, men veruleikin er, at trupulleikin verður bert partvís loystur.

SÍ EISINI ES komið við útspæli til loysn

Tað sigur John Dalhuisen, ábyrgdarhavandi fyri virkseminum hjá Amnesty International í Evropa og Miðasia. Amnesty heldur, at ber ikki til at broyta Triton-bjargingartilbúgvingina, so er Triton ikki loysnin, sama hvussu nógvar pengar og útgerð ES sendir til Miðjarðarhavið.

Víðkar ES ikki bjargingarøkið, fara tilflytarar og flóttafólk framhaldandi at drukna, og so hevur Evropa enn einaferð svikið so dyggiliga, skrivar Amnesty í tíðindaskrivi um úrslitið av toppfundinum hjá ES í Brússel í gjár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109