Badmintonlandsliðið úttikið

Badmintonlandsliðið úttikið
Landsliðsvenjararnir hava úttikið fimm kvinnur og fimm menn, sum skulu umboða Føroyar á Oyggjaleikunum í Jersey
Mynd: Badmintonsambandið  
 
23.04.2015 - 11:31

Landsliðsvenjarin, Aritra Nandy, og hjálparvenjarin, Magnus Gaard hava úttikið tilsamans tíggju leikarar, ið skulu umboða Føroyar á Oyggjaleikunum.

Føroyska badmintonlandsliðið hevur mangan fingið góð úrslit á Oyggjaleikunum, og vónirnar eru eisini góðar hesaferð.

Í Bermuda í 2013 vunnu Føroyar eitt gull-, eitt silvur-, og tvey bronsuheiðursmerkir.

 

Hópurin:

Rannvá D. Carlsson

Brynhild D. Carlsson

Kristina Eriksen

Gunnva Jacobsen

Sólfríð Hjørleifsdóttir

Benjamin Gunnarstein

Aksel Poulsen

Niclas H. Eysturoy

Bartal Poulsen

Magnus Dal-Christiansen

 

Torfør úttøka

Formaðurin í Badmintonsambandi Føroya, sigur, at hesaferð var torført hjá landsliðsvenjarunum at velja leikarar, tí onnur hava eisini klárað seg væl, og vóru tí nær við at verða úttikin.

-Vit sóu í føroyameistarakappingini, at leikarar hava vant nógv, og tey spældu eisini væl. Tí vóru fleiri enn hesir tíggju upp á tal til landsliðshópin, sigur Erik. E Thomsen, formaður í badmintonsambandinum. 

Oyggjaleikirnir í Jersey byrja 27.juni.

 

Á myndini eru nakrir av leikarunum, sum eru úttiknir 

Frá vinstru: Magnus Gaard, hjálparvenjari, Benjamin Gunnarstein, Aksel Poulsen, Magnus Dal-Christiansen, Aritra Nandy, landsliðsvenjari 

Rannvá D. Carlsson og Gunnvá Jacobsen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949