Arbeiðsloysið í ES minkar sum heild

Arbeiðsloysið í ES minkar sum heild
Í flestu ES londunum er arbeiðsloysið minkað sammett við 2013. Í Danmark er arbeiðsloysið 4,5% minni enn miðaltalið fyri øll ES londini
Arbeiðsloysið í teimum 28 ES londunum minkaði sum heild í 2014 sammett við 2013, vísa nýggjastu tølini
 
22.04.2015 - 10:46

Tað gongur rætta vegin við arbeiðsloysinum í teimum 28 ES londunum, sigur Danmarks Statistik sambært Labour Force Survey.

Í nýggjastu tølunum yvir arbeiðsloysið, ið eru kunngjørd, stendur, at arbeiðsloysið er minkað í 19 av teimum 28 londunum í ES felagsskapinum.

Størsta minkingin í arbeiðsloysinum var í fjør í Portugal, har arbeiðsloysið minkaði við 2,5 prosentum. Í Ungarn minkaði arbeiðsloysið í 2014 2,4 prosent.

Eisini Framgongd í Danmark

Í Danmark gekk eisini rætta vegin við arbeiðsloysinum í 2014 sammett við 2013, sambært nýggjastu tølunum ið eru kunngjørd.

Við árslok 2014 var arbeiðsloysið í Danmark 6,8 prosent, og minkaði sostatt 0,4 prosent sammett við 2013. Arbeiðsloysið í øllum ES londunum er í miðal 10,3 prosent.

Ringast stóð til í Grikkalandi og Spania við árslok, har arbeiðsloysið ávikavist var 26,7 prosent og 24,6 prosent, vísa nýggjastu tølini fyri tey 28 ES londini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109