Trý fólk deyð í ódnarveðri

Trý fólk deyð í ódnarveðri
Higartil hava trý fólk latið lív í New South Wales í landsynningsøkinum í Avstralia. 215.000 heim hava ikki streym í løtuni
Trø eru koppað á hús og vegir og higartil hava trý fólk latið lív í herviligum ódnarveðri í landsynningspartinum í Avstralia
Mynd: Narrabeen Fire Station á Facebook  
 
21.04.2015 - 09:10

Trø eru koppað niður á hús og vegir, fólk hava sitið føst í bilum, hús eru farin í vindinum og higartil hava myndugleikarnir fingið fráboðan um trý deyð fólk.

Eitt ódnarveður hevur seinasta samdøgrið gjørt um seg í New South Wales-økinum í Avstralia. Harðast raktur er býurin Dungog (sí kortið), sambært BBC News.

Greinin heldur fram niðanfyri


Vís størri kort

Bjargingarlið í økinum hava higartil fingið fleiri enn 4.000 uppringingar frá fólki í økinum, har vindferðin er komin upp í 135 km/t.

Í býnum, Dungog, har ódnarveðrið hevur verið ringast, hevur regnað illa seinasta samdøgrið. Bert seinastu 24 tímarnar eru 312 millimetrar av regni komnir niður.

Greinin heldur fram niðanfyri

 

Thanks to our local (and extended) community for all of your support over the last 24 hours.It is expected that local...

Posted by Narrabeen Fire Station on 21. apríl 2015

Bjargingar- og sløkkiliðið í Narrabeen hevur seinasta samdøgrið skrásett umleið 1.000 skaðafráboðanir í kjalarvørrinum á ódnarveðrinum í landsynningsøkinum í Avstralia.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109