Skipari á vanlukkubáti skuldsettur

Skipari á vanlukkubáti skuldsettur
Skiparin, ið førdi bátin sunnudagin, tá meira enn 800 fólk druknaðu, er nú skuldsettur fyri sín leiklut. Vanlukkan er tann ringasta nakrantíð
Flóttafólk, ið yvirlivdu bátsvanlukkuna sunnudagin, verða førd til Italia. Skiparin og ein av manningini á bátinum, sum førdi flóttafólkini, eru nú skuldsettur fyri óviljað manndráp
Mynd: AP  
 
21.04.2015 - 13:40

Tunesiski skiparin er, saman við einum manni úr Sýria, nú skuldsettur fyri óviljað manndráp, tá hann førdi flóttafólk ólógliga um hav. Teir báðir vóru millum tey 28 fólkini, ið komu frá vanlukkunu við lívinum.

Myndugleikarnir í Italia siga, at skiparin á vanlukkubátinum kann ábyrgdast fyri skilaleysan sjómansskap, tá báturin holvdist og hundraðtals fólk druknaðu.

Ákærin í Sisilia sigur, at báturin við flóttafólkunum varð árendur stutt áðrenn hann sakk. Ákærin heldur ikki, manningin á bingjuskipinum kann ábyrgdast fyri vanlukkuna.

Ringasta bátsvanlukkan nakrantíð

Vanlukkan sunnudagin, tá báturin við flóttafólkunum holvdist 200 kilometrar sunnanfyri italsku oynna, Lampedusa, er tann ringasta nakrantíð, boðaði UNHCR frá í morgun.

Greinin heldur fram niðanfyri

850 flóttafólk vóru umborð á bátinum ið holvdist og sakk, sigur UNHCR, Flóttafólkahásendiráðið hjá ST. Bert 28 fólk komu livandi frá vanlukkuni sunnudagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109