Fleiri bátar við flóttafólkum í havsneyð

Fleiri bátar við flóttafólkum í havsneyð
Júst sum uttanríkis- og løgmálaráðharrarnir í ES eru komnir saman til skundfund at umrøða málið, eru tríggir bátar við flóttafólkum í havsneyð
Fleiri bátar við bátsflóttafólkum hava sent út neyðarkall, skriva útlendskir miðlar. Sunnudagin druknaðu hundraðtals flóttafólk sunnanfyri italsku oynna, Lampedusa, tá báturin, tey vóru við, holvdist
Mynd: AP  
 
20.04.2015 - 15:45

Altjóða miðlar skriva, at enn fleiri bátar við flóttafólkum eru komnir í havsneyð í Miðjarahavinum. Miðlarnir eru kortini ikki heilt samdir í, hvussu nógv fólk ella bátar, talan er um.

Í minsta lagi tríggir ymiskir bátar við flóttafólkum umborð hava fyri løtu síðani sent út neyðarkall, sigur felagsskapurin, International Organization of Migration, á Twitter.

Greinin heldur fram niðanfyri

Sambært tíðindastovuni, Associated Press, skal talan vera um umleið 400 flóttafólk, sum í løtuni eru í bátum, ið eru í havsneyð og eru um at søkka.

Greinin heldur fram niðanfyri

Fráboðanin, um at fleiri bátar við flóttafólkum eru komnir í havsneyð í Miðjarðarhavinum, kemur bert eitt samdøgur eftir at umleið 900 flóttafólk mistu lívið sunnudagin.

SÍ EISINI Hundraðtals flóttafólk helst druknað

Uttanríkis- og løgmálaráðharrarnir í ES vórðu í skundi kallaðir saman til fund seinnapartin í dag í Luksemburg, at umrøða nógvu vanlukkurnar við bátsflóttafólkum í Miðjarðarhavinum.

Í farnu viku vórðu 13.500 flóttafólk bjargað í Miðjarðarhavinum meðan 1.600 onnur flóttafólk í bátum druknaðu, skrivar BBC News á netinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109