ES ráðharrar kallaðir saman í skundi

ES ráðharrar kallaðir saman í skundi
Ráðharrar í ES londunum eru kallaðir saman á fund í dag, í kjalarvørrinum á vanlukkuni sunnudagin, ið hevur kravt hundraðtals mannalív
Hundraðtals flóttafólk druknaðu sunnunáttina í eini bátsvanlukku slakar 200 kilometrar sunnanfyri italsku oynna, Lampedusa. Á myndini síggjast tey, sum yvirlivdu vanlukkuna, saman við starvsfólkum hjá italsku myndugleikunum
Mynd: AP  
 
20.04.2015 - 08:56

Uttanríkis- og løgmálaráðharrarnir í ES londunum eru kallaðir saman til fund seinnapartin í dag at viðgera støðuna eftir vanlukkuna í Miðjarðarhavinum sunnunáttina, tá fleiri hundraðtals fólk druknaðu og lótu lív.

Talan var um flóttafólk, tey flestu úr Afrika. Skipið, tey vóru umborð á, sakk einar 200 kilometrar sunnan fyri italsku oynna Lampedusa.

Greinin heldur fram niðanfyri

Stórar mannamúgvur flýggja í hesum døgum úr Afrika og miðeystri til Evropa í eini roynd at vinnan eydnuna og eitt betri lív undir betri korum.

Evropa er tí undir stórum trýsti, og tað er millum annað henda støða, sum ráðharrarnir í ES fara at viðgera.Flestu ráðharrarnir hava longu gjørt greitt, at teir vera við á fundinum í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109