- Tíðindi, mentan og ítróttur
Rottur gjørdu sær dælt á goymslu

Talan er um vørur, sum eru goymdar á IKKI-skrásettari goymslu í Kiplev í Danmark, og sum rottur hava gjørt sær dælt av. Vøran er seld í handlum í Føroyum.
Talan er um:
Salmiak mandler: Haldføri: 10/2-2016, 20/2-2016 og 23/2-2016 EAN strikukotunummar: 5710534000074 Nettovekt: 120 g
Choko Lakrids Kugler: Haldføri: 6/2-2016, 11/2-2016 og 19/1-2016 EAN strikukotunummar: 5710534000050 Nettovekt: 120 g
Value Lakress Mandlur sterkar: Haldføri: 19/2-2016 Nettovekt: 250 g Value Chokolade Lakrids stærk Haldføri: 4/2-2016 Nettovekt: 250 g
Value Chokolade Lakrids mild: Haldføri: 26/2-2016, 15/12-2015 og 12/12-2015 Nettovekt: 250 g
Value Lakrids Mandler mild: Haldføri: 11/12-2015 Nettovekt: 250 g
Vørurnar hava verið goymdar á eini goymslu sum ikki hevur verið skrásett hjá Fødevarestyrelsen. Trupulleikar hava verið av rottum á goymsluni í góðan mánað. Nevndu vørur hava ligið á goymsluni síðani tá og verða tí afturkallaðar.
Blámusoppur í naanbreyði
Heilsufrøðiliga starvsstovan kallar aftur naan-breyð, tí soppavøkstur er í breyðum. Talan er um Mayur naan-breyð - 240 gramm (EAN strikukota nummar: 5014044007616) og tey eru gjørd í Bretlandi.
Vøran er seld í handlum í Føroyum, og tað er Coop Danmark, sum kallar aftur vøruna, tí blámusoppar eru staðfestir í breyðnum.
Soppavøksturin ger at vøran er óegnað til matna. Mælt verður brúkarum at koyra vøruna burtur ella lata hana aftur til handilin, har hon er keypt.