Íslendska summarið verður vátt og kalt

Íslendska summarið verður vátt og kalt
Tað verður bæði kaldari og vátari í Íslandi í summar sammett við onnur ár, er spádómurin hjá íslendskum veðurfrøðingi, ið hevur hugt í veðurkortini
Sannlíkindini fyri at tað verður vátt í Íslandi í summar, eru 30 prosent størri sammett við onnur ár
Mynd: Savnsmynd/AP  
 
14.04.2015 - 08:54

Tað er ikki bert í Føroyum líkt er til, at summarið verður kaldari enn tað vanliga plagar at vera. Eisini longur norðuri, í Íslandi, sær spádómurin fyri summarið kaldari út.

SÍ EISINI Føroyska summarið verður kaltí>

Summarið í Íslandi verður kaldari og sannlíkindini, fyri at summarið verður vátari enn onnur ár, eru 30 prosent størri enn vanligt, skrivar Morgunblaðið.

Tað er spádómurin fyri veðrinum í Íslandi hetta summarið, sigur Trausti Jónsson, veðurfrøðingur á íslendsku veðurstovuni, Icelandic Met Office, sambært blaðnum.

Spádómurin hjá amerikonsku veðurstovuni, U.S. Met Office, er enn daprari enn spádómurin hjá íslendsku veðurstovuni, ið er bygdur á forsagnir hjá evropeiska veðurstovninum, ECMWF.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109