Obama: Hillary verður ein frálíkur forseti

Obama: Hillary verður ein frálíkur forseti
Nú er greitt, at fyrrverandi forsetafrúan í USA, Hillary Clinton, stillar upp til forsetavalið næsta ár. Barack Obama lovar henni allan stuðul
Hillary Clinton, kona fyrrverandi forsetan, Bill Clinton, ætlar sær aftur í Hvítu húsini í Washington. Hesa ferð sum forseti
Mynd: AP  
 
13.04.2015 - 08:56

Leingi hevur verið gitt, at hon fór at stilla upp, og í gjárkvøldið, okkara tíð, kunngjørdi Hillary Clinton, at hon ætlar sær aftur í Hvítu húsini í Washington, hesa ferð sum forseti.

Mong fagna fráboðanini hjá Hillary Clinton, millum annað eisini á sosiala miðlinum, Twitter, har útivið 100.000 viðhaldsfólk longu hava deilt fráboðanina hjá Hillary Clinton umaftur.

Greinin heldur fram niðanfyri

Eygleiðarar siga, at Hillary Clinton hevur so stórt vald í demokratiska flokkinum og nógvan pening at reka valstríð fyri, at tað er ivasamt, um nakar hættar at stilla upp ímóti henni.

Hillary Clinton kappaðist við Barack Obama um at gerast forsetavalevni í 2008, men Obama vann og tilnevndi hana uttanríkisráðharra í fyrra forsetaskeiðnum. Síðani hevur Hillary Clinton fyrireikað seg til at stilla upp til forsetavalið næsta ár.

Barack Obama lovar henni allan stuðul. Obama sigur, at Hillary Clinton var ein framúrskarandi uttanríkisráðharri, og hon verður eisini frálíkur forseti. Forsetaval verður aftur í USA í november 2016.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109