Lubitz var undir læknaeftirliti

Lubitz var undir læknaeftirliti
Skjøl vísa nú, at læknar hjá Lufthansa høvdu Andreas Lubitz undir eftirliti longu frá 2009
Skjøl vísa nú, at læknar hjá Lufthansa høvdu Andreas Lubitz undir eftirliti longu frá 2009
Mynd: www.esbtrib.com  
 
12.04.2015 - 12:01

Týski flogskiparin, Andreas Lubitz, sum er undir illgruna, fyri við vilja, at hava rent eitt flogfar hjá Germanwings niður í Alpurnar og harvið dripið 149 fólk, var undir eftirliti hjá læknunum hjá Lufthansa. Hetta skrivar Bild am Sonntag, sum hevur tíðindini frá enska blaðnum The Guardian.

Blaðið vísir til skjøl, sum týsku flogferðslumynduleikarnir hava funnið, har tað stendur, at "Lubitz helst skal hava fleiri sálarligar viðgerðir, hóast hildið verður, at hann er egnaður at flúgva." Hetta skulu læknarnir hjá Lufthansa, sum eigur flogfelagið Germanwings, hava skrivað í 2009, tá Lubitz bleiv førleikakannaður.

Tað var í 2009 at Lubitz, eina tíð, steðgaði útbúgvingini til flogskipara, tí hann sálarliga ikki kendi seg nóg væl, og hetta segði hann við leiðsluna í Lufthansa.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109