Verkfall í Fraklandi: Hundraðtals flogfør avlýst

Verkfall í Fraklandi: Hundraðtals flogfør avlýst
Flogleiðarar í Fraklandi eru farnir í verkfall. Umleið 40 prosent av øllum flogferðunum í Fraklandi eru avlýstar í dag
Meginparturin av innanríkis flogferðunum í Fraklandi eru avlýstar, nú flogleiðarar eru farnir í verkfall. Uttanríkis flúgvingin er ikki so meint rakt
Mynd: AP  
 
08.04.2015 - 11:39

Flogferðslan í Fraklandi er darvað, nú flogleiðarar í øllum landinum eru farnir í verkfall. 4 av 10 øllum flogferðum í dag eru avlýstar, nú verkfall er.

Verkfallið, ið stendur við til hósdagin, darvar fyri tað mesta innanríkisflúgvingini í Fraklandi. Flogfelagið Air France hevur avlýst tveir triðingar av øllum flogferðum.

Greinin heldur fram niðanfyri

Stríðið í verkfallinum er eftirlønaraldurin hjá flogleiðarum. Vinnan vil, at eftirlønaraldurin verður hækkaður úr 57 upp í 59 ár, men tað vil felagið hjá flogleiðarunum ikki hoyra talan um.

Longu nú eru ætlanir um nýggj verkføll hjá flogleiðarunum. Tey verkføllini verða ætlandi 16. - 18. apríl og 29. apríl - 2. mai, tá skúlar í Fraklandi hava frí.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109