Grikkar krevja milliardir frá týskarum

Grikkar krevja milliardir frá týskarum
Grikkaland krevur at fáa meiri enn 2.000 milliardir krónur í okkara peningi í krígsendurgjaldi frá Týsklandi eftir seinna heimskríggj
Týskland skal geva Grikkalandi meira enn 2.000 milliardir í krígsendurgjaldi eftir seinna heimskríggj, krevur Grikkaland
 
08.04.2015 - 09:40

Týskland hersetti Grikkaland frá 1941 til 1945, og grikkar hava fleiri ferðir síðani kravt endurgjald frá týskarum. Nýggjasta kravið kemur samstundis sum Grikkaland búskaparliga liggur í andaleypi, og vandi er fyri, at ríkiskassin verður tómur.

Eygleiðarar í Týsklandi vænta tó ikki, at Týskland fer at koma við nakrari almennari viðmerking til grikska endurgjaldskravið, hóast týska stjórnin er um at missa tolið við Grikkalandi, og meiningakanningar vísa, at meiri enn helvtin av teimum spurdu vilja hava Grikkaland úr evrusamstarvinum.

Týskland hevur eisini fleiri ferðir sagt, at grikska kravið er fyrnað. Herdeildirnar hjá Hitler drupu 130.000 grikkar undir seinna heimsbardaga.

70.000 vórðu send í týningarlegur, og 130.000 fólk doyðu í hungri. Nógvir grikkar hava givið Týsklandi skyldina fyri skuldarkreppuna, sum landið er endað í.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109