18,6 °C: Óvanligt veðurfyribrigdi hitar Noreg

18,6 °C: Óvanligt veðurfyribrigdi hitar Noreg
Eitt sjáldsamt veðurfyribrigdi hitaði í gjár økir har eysturi og suðuri í Noregi. Hitin kom upp í 18,6 stig, ið er óvanliga heitt hesa árstíðina
Hitin har suðuri í Noregi kom týsdagin onkrastaðni upp í 18,6 stig, tá veðurfyribrigdið »Fønvind« gjørdi um seg í gjár
Mynd: @ole.krstian/Instagram  
 
08.04.2015 - 14:27

Meðan fólk har norðuri í Noregi stríðast við storm, kava, regn og áarlop, er støðan ein heilt onnur hjá fólki í Suðurnoregi, skrivar norska veðurstovan, yr.no

18,6 °C. Tað vísti hitamálarin í Landvik í Aust-Agder, sum er óvanliga heitt hesa árstíðina, nú vit bert eru komin eina viku inn í apríl.

Greinin heldur fram niðanfyri


Vís størri kort

»Fønvind« , ið norðmenn nevna veðurfyribrigdið, hitaði slavna luft upp, og tá luftin kom niður frá fjøllunum varð luftin hitað umleið eitt stig fyri hvørjar hundrað metrar.

Tað var ikki bert í Landvik í Aust-Agder (frámerkt á kortinum), at tað var heitt týsdagin. Eisini í øðrum økjum har suðuri í Noregi kom hitin í gjár upp í 16-17 stig.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109