Hon bleiv 116 ár: Heimsins elsta kvinna deyð

Hon bleiv 116 ár: Heimsins elsta kvinna deyð
Brúka nógv vætukrem, far væl við fólki, elska grannan og et tín egna mat og ikki skundverður, vóru ráðini hjá Gertrude Weaver til eitt langt lív
Heimsins elsta kvinna, Gertrude Weaver í Little Rock í Arkansas, doyði í gjár, 116 ára gomul
Mynd: AP  
 
07.04.2015 - 10:16

Gertrude Weaver bleiv heimsins elsta núlivandi kvinna, eftir at ein onnur kvinna í Japan, ið var 117 ára gomul og sostatt heimsins elsta, doyði í seinastu viku, skrivar tíðindastovan, AP.

116 ára gamla Gertrude Weaver, ið búði í amerikanska býnum Little Rock í Arkansas, hevði kortini ongar ætlanir um at fara hiðani júst nú, nú hon legði ætlanir fyri 117 ára føðingardagin.

Í seinastu viku fortaldi Weaver starvsfólkunum á ellisheiminum, har hon búði, at tá hon fór at halda føðingardag 4. juli í summar, ætlaði hon millum annað at bjóða Obama í føðingardag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109