Oyggjaleikalandsliðið í golf úttikið

Oyggjaleikalandsliðið í golf úttikið
Tórshavnar Golffelag hevur nú úttikið spælararnar, sum skulu umboða Føroyar við Oyggjaleikirnar á Jersey í summar.
 
06.04.2015 - 16:55

Oyggjaleikalandsliðið í golf úttikið

 

Tórshavnar Golffelag hevur nú úttikið spælararnar, sum skulu umboða Føroyar á golfbreytunum í sambandi við Oyggjaleikirnar á Jersey í summar.

 

Frammanundan var greitt, at Finngerð Sólbjørg Clark, sum einasti kvinnuligi leikari, og Bo Knudsen, ið vann felagsmeistaraheitið (eisini kallað óalmenna føroyameistaraheitið) í 2014, skuldu við til leikirnar.

 

Seinastu dagarnir hevur úttøkukapping verið á golfbreytini á Glyvursnesi um tey seinastu trý plássini, og úrslitið av úttøkukappingini samstillað við úrslitini av øllum hinum kappingunum, sum eru spældar á Glyvursnesi undanfarnu 12 mánaðirnar, endaði við úttøkuni av hesum trimum spælarunum: Ragnar Isaksen, Óskar Eiríksson og Janus Norðberg.

 

Á Jersey verður spælt fýra ferðir 18 hol í døgunum 30. juni til 3. juli. Spælt verður á tveimum breytum, Royal Jersey Golf Club og La Moye Golf Club.    

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949