- Tíðindi, mentan og ítróttur
Brandur er við í hópinum í dag
Føroyski landsliðsleikarin Brandur Olsen er við í hópinum hjá FC Keypmannahavn, sum í dag skal dystast við Brøndby í bestu donsku deildini. Dysturin millum Brøndby og FCK er at rokna sum ein av teimum størstu dystunum í Danmark.
19 ára gamli føroyingurin skal tó neyvan rokna við at byrja inni. Higartil er hann skiftur inn í fýra dystum fyri besta liðið hjá FCK. Tríggjar í steypakappingini og ein í UEFA Cup.
Dysturin millum Brøndby og FCK byrjar klokkan trý í dag.
Hin føroyingurin í bestu donsku fótbóltsdeildini er Gilli Sørensen. Hann er eisini við í hópinum, tá AaB í dag skal dystast við Randers.
Og eitt sindur meiri um landsliðsleikarar í Danmark, tí Hallur Hansson, sum var leikbannaður, tá Føroyar spældu í móti Rumenia, spældi ein góðan tíma fyri FC Vendsyssel í næstbestu donsku deildini í gjár. In.fo endurgevur danskt sjónvarp fyri at siga, at Hallur Hansson ikki var nóg ágrýtin í samband við 2-1 málið. Hinvegin var føroyski landsliðsleikarin nær við at javna til 2-2 - men tað gjørdi hann ikki.