Obama: Søgulig avtala kann tryggja heimsfriðin

Obama: Søgulig avtala kann tryggja heimsfriðin
Kjarnorkuavtalan, ið varð skrivað undir í gjár, skírisdag, kann verða við til at tryggja heimsfriðin í framtíðini, heldur amerikanski forsetin
Seks heimstjóðir hava skrivað undir eina søguliga kjarnorkuavtalu um kjarnorkuætlaninar hjá Iran. Samráðingarnar hava vart í 12 ár
Mynd: AP  
 
03.04.2015 - 09:51

Seks heimstjóðir skrivaðu í gjár, skírisdag, undir eina søguliga kjarnorkuavtalu, ið framyvir eisini kann verða við til at tryggja heimsfriðin.

USA, Stóra Bretland, Frakland, Kina, Týskland og Russland samdust í gjár um eina røð av krøvum til umstríddu kjarnorkuætlanina hjá Iran.

Í høvuðsheitum ber avtalan í sær, at partarnir eru samdir um, at neyvt eftirlit skal havast við kjarnorkuætlanini og kjarnorkuverkum í Iran næstu 10 árini.

Greinin heldur fram niðanfyri

Samstundis byrjar ein longri semingsroynd eisini. Partarnir fara nú at royna at fáa eina endaliga avtalu uppá pláss, sum skal verða liðug í seinasta lagi 30. juni í ár.

Barack Obama, amerikanski forsetin, fagnar nýggju kjarnorkuavtaluna, ið hann væntar, kann gera sítt til at heimsfriðurin kann tryggjast í framtíðini.

Vegurin til nýggju kjarnorkuavtaluna hevur verið drúgvur og langur. Samráðingarnar um nýggju kjarnorkuavtaluna, ið varð skrivað undir í gjár, hava vart í 12 ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109