Fleiri nýggj faðirskaparmál eftir lógarbroyting

Fleiri nýggj faðirskaparmál eftir lógarbroyting
Í minsta lagi 12 nýggj mál eru komin undan kavi í Grønlandi eftir eina lógarbroyting, ið gevur børnum rættindi at finna lívfrøðiliga pápan
Í minsta lagi 12 nýggj faðirskaparmál eru komin í Grønlandi, síðani ein nýggj lóg kom í gildi 1. juni í 2014
 
03.04.2015 - 16:09

1. juni í 2014 kom ein nýggj lóg í gildi í Grønlandi, ið gevur børnum rættindi at finna lívfrøðiliga pápan. Børnini kundu ikki krevja at vita, hvør lívfrøðiligi pápin var, áðrenn lógin kom í gildi.

Higartil hava í minsta lagi 12 børn í landinum brúkt lógina fyri at finna fram til lívfrøðiliga pápan hjá sær, skrivar grønlendska kringvarpið á heimasíðuni, knr.gl

Færri mál enn væntað

Áðrenn lógin kom í gildi, høvdu grønlendsku myndugleikarnir tryggjað sær, at Grønland kundi fáa rættarhjálp úr Danmark, skuldi tað gerast neyðugt.

Málini eru kortini ikki so mong, at neyðugt hevur verið at biðja um hjálp í Danmark, til at loysa faðirskaparmálini, sigur Kirsten Thomassen, dómari í Grønlandi, sambært KNR.

Tey tólv nýggju faðiarskaparmálini, ið eru komin síðan lógarbroytingina 1. juni í 2014, eru í rættardømunum í Kujalleq, Sermersooq og Qeqqa.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109