Tann seinni svarti kassin funnin

Tann seinni svarti kassin funnin
Bjargingarlið hava nú funnið tann seinna svarta kassan frá Germanwings flogfarinum, ið datt niður har suðuri í Fraklandi 24. mars
Tann seinni av teimum báðum svørtu kassunum er nú eisini funnin, sigur franski ákærin sambært útlendskum fjølmiðlum
Mynd: AP  
 
02.04.2015 - 15:38

Tann seinni av teimum báðum svørtu kassunum frá Germanwings flogfarinum, ið datt niður í Alpunum týsdagin 24. mars, er nú eisini funnin, skriva útlendskir fjølmiðlar.

Í svarta kassanum vónar franski ákærin at finna skrásetingar fyri øll tólini í flogfarinum, ið møguliga kunnu varpa enn meira ljós á, hví flogfarið datt niður.

Greinin heldur fram niðanfyri

Tann fyrri av teimum báðum svørtu kassunum, ið inniheldur upptøkur úr stýrihúsinum, varð funnin stutt eftir at flogfarið datt niður í Alpunum.

Stýrimaðurin á flogfarinum, Andreas Lubitz, fleyg helst øll 150 fólkini í deyðan, segði ákærumyndugleikin, eftir at hava hoyrt upptøkurnar í tí fyrra svarta kassanum.

144 ferðafólk og manningin, ið taldi seks fólk, lótu lív 24. mars, tá flogfarið hjá Germanwings, ið var á veg úr Barcelona í Spania til Düsseldorf í Týsklandi, datt niður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109