Stýrimaðurin fleyg 150 fólk í deyðan

Stýrimaðurin fleyg 150 fólk í deyðan
Myndugleikarnir í Fraklandi halda, at stýrimaðurin á Germanwings flogfarinum, ið datt niður týsdagin, gjørdi tað við beráddum huga
27 ára gamli Andreas Lubitz fleyg 150 fólk í deyðan, tá eitt flogfar hjá Germanwings datt niður har suðuri í Fraklandi, halda fronsku myndugleikarnir
Mynd: AP  
 
26.03.2015 - 13:03

Gátan um Germanwings 4U9525 flogfarið, ið datt niður har suðuri í fronsku alpunum týsdagin, kann longu vera loyst, siga fronsku myndugleikarnir nú.

Stýrimaðurin fleyg øll tey 150 fólkini umborð á flogfarinum í deyðan við beráddum huga, siga fronsku myndugleikarnir sambært útlendskum miðlum á staðnum.

Greinin heldur fram niðanfyri

Stýrimaðurin á 4U9525 flogfarinum hjá Germanwings er eyðmerktur sum 27 ára gamli Andreas Lubitz úr Týsklandi, skrivar BBC News.

Hildið verður ikki, at talan er um eina yvirgangsatsókn, hóast uppáhaldið hjá fronsku myndugleikunum, er fyribils niðurstøðan av kanningunum hjá myndugleikunum.

Fronsku myndugleikarnir eru komnir til fyribils niðurstøðuna eftir at hava lurtað eftir ljóðupptøkum frá tí eina svarta kassanum. Hin svarti kassin er ikki funnin enn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109