Serbar: NATO skal gjalda fyri krígsskaða

Serbar: NATO skal gjalda fyri krígsskaða
NATO skal rinda fyri skaðarnar, sum stóðust av luftálopunum, sum NATO framdi í gamla Jugoslavia í 1999, sigur ein serbiskur felagsskapur
Ein serbiskur felagsskapur fyri generalar og admiralar krevur nú, at NATO rindar fyri skaðarnar, sum stóðust av luftálopunum, sum NATO framdi í gamla Jugoslavia í 1999
Mynd: AP  
 
24.03.2015 - 17:50

Ein serbiskur felagsskapur fyri generalar og admiralar krevur nú, at NATO rindar fyri skaðarnar, sum stóðust av luftálopunum, sum NATO framdi í gamla Jugoslavia í 1999.

Kravið kom mánadagin, tá felagsskapurin hittist í sambandi við, at 16 ár í dag eru liðin, síðani bumbuherferðin hjá NATO byrjaði í Jugoslavia tann 24. mars 1999.

Brot á leiðreglur um altjóða lóg

Russiska tíðindastovan Itar-Tass endurgevur Jovo Milanovic, general, fyri at siga, at NATO-álopini vóru "brot á allar leiðreglur um altjóða lóg, og at tey elvdu til ovurstóran skaða og kravdu stór menniskjanslig offur."

Luttakararnir tóku undir við generalinum at fara undir kanningar fyri at fáa endurgjald og at byrja rættarliga atsókn móti vesturlendskum leiðarum, sum tóku avgerð um og stuðlaðu avgerðini um at bumba Jugoslavia.

Bumbuálopini vardu í 78 dagar. Serbiskir serfrøðingar meta, at skaðar vórðu fyri millum 60 og 100 milliardir dollarar, skrivar Itar-Tass.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109