Grønland og ES gjørt nýggjan fimm ára sáttmála

Grønland og ES gjørt nýggjan fimm ára sáttmála
Grønland fær lika nógvar milliónir sum higartil frá ES, men noyðist at lata minni fisk fyri tær. Grønland og ES hava gjørt nýggjan fimm ára sáttmála
Grønland og ES hava gjørt nýggjan fimm ára sáttmála um fiskiskap. Sáttmálin er galdandi fyri árini 2016 til 2020
 
24.03.2015 - 09:20

Grønland og ES hava gjørt nýggjan fimm ára sáttmála um fiskiskap. Sambært sáttmálanum, sum er galdandi árini 2016 til 2020, fær Grønland góðar 130 mió. kr. um árið frá ES, so ES kann sleppa at fiska í grønlendskum sjógvi.

Pengarnir eru teir somu sum í galdandi sáttmála, men kvoturnar eru minni. Lodnukvotan fer úr 60.000 tonsum niður í 20.000 tons og rækjukvotan úr 10.900 tonsum niður í 7.700 tons.

Toskakvotan minkar eisini nakað, men svartkalvakvotan verður størri. ES sleppur ikki longur at fiska kalva í grønlendskum sjógvi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109