Útvarpsmaður fingið norðurlendska heiðursløn

Útvarpsmaður fingið norðurlendska heiðursløn
Ragnar A. Jacobsen, útvarpsvertur í Kringvarpinum, fekk í dag Norrøna herðaklappið frá Norrøna felagnum í Føroyum
Ragnar A. Jacobsen, útvarpsvertur, hevur í dag fingið handað heiðursgávu frá Norrøna felagnum í Føroyum
Mynd: Privat mynd  
 
23.03.2015 - 11:57

Ragnar A. Jacobsen, starvsfólk í Kringvarpinum, og vertur í sendingini tónleikasendingini Norðurljóð, fekk í dag Norrøna Herðaklappið frá Norrøna felagum í Føroyum.

Norðurlandadagur er í dag, og Norrøna Felagið nýtti dagin at handa Norrøna Herðaklappið á fyrsta sinni. Ætlanin hjá felagnum er at heiðra einum persóni, sum ger nakað serligt fyri at økja um kunnleikan til Norðurlond og skapa samband og vinarlag millum londini.

Heiðursgávan er ein ferðaseðil fyri tvey við nýggja NORÐUR-netverkinum, har møguligt er at flúgva til Reykjavík, Edinburgh og Bergen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV