- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tveir sigrar og tríggir javnleikir
Føroyameistararnir í B36 gjørdu sína skyldu í Vági í gjár, og tað gjørdi at B36 varð oddalið. Men hetta var bert ein løtuvinningur, sum vardi í eitt samdøgur, tí eysturoyarliðið, NSÍ, reisti seg aftur eftir tapið í Gundadali síðsta sunnudag.
NSÍ vann grannauppgerðina móti ÍF í dag, og er nú aftur oddalið í effo deildini.
Her eru úrslitini í Effo deildini í 4.umfari.
FC-Suðuroy- B36 : 1-3
EB/Streymur - AB : 0-0
Víkingur - KÍ : 3-3
NSÍ - ÍF: 3-1
HB - TB : 0-0
Av tí at A-landsliðið hjá monnum skal spæla móti Romenia um eina viku tann 29 mars, verður steðgur í effo deildini til 2. apríl, tá fimta umfar skal spælast.
Komandi umfar sær soleiðis út:
Víkingur - FC. Suðuroy
TB - NSÍ
AB - ÍF
HB - EB/Streymur
B36 - KÍ