Jóan Símun Edmundsson dagsins leikari í Vejle

Jóan Símun Edmundsson dagsins leikari í Vejle
Føroyski landsliðsframherjin, Jóan Símun Edmundsson, gjørdi um seg, tá Vejle spældi ímóti Lyngby í kvøld
Jóan Símun varð valdur til dagsins leikara hjá Vejle í kvøld
 
19.03.2015 - 20:01

Føroyski landsliðsvenjarin, Lars Olsen, kann fegnast, tí nógv bendir á, at áleyparin, Jóan Símun Edmundsson er í góðum formi.

Vejle tók í kvøld ímóti Lyngby, sum er næstovast í donsku 1.deild, og toftamaðurin legði Vejle á odda 1-0, tá 11 minuttir vóru farnir.

Stutt fyri hálvleik var Jóan Símun Edmundsson aftur í miðdeplinum, tá Philipp Rasmussen hjá Lyngby var útvístur fyri at sparka Jóan Símun.

Hóast Lyngby spældi við tíggju móti ellivu í seinna hálvleiki, eydnaðist tað teimum at javna til 1-1, tá 67. minuttir vóru farnir. 1-1 varð eisini endaliga úrslitið.

Jóan Símun Edmundsson spældi ein góðan dyst, tí áskoðararnir hjá Vejle valdu hann til dagsins leikara.

Hinir føroysku landsliðsleikararnir, Viljormur Davidsen og Sonni Ragnar Nattestad spældu eisini fyri Vejle í kvøld. Báðir vóru við frá byrjan.

Vejle er á sjeynda plássi í næstbestu donsku deildini við 22 stigum. Fimm stig eru niður til Brønshøj, sum er beint niðanfyri niðurflytingarstrikuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. januar
Vikuskiftið 3 januar 2025
185846
Fríggjadag 3. januar
Morgunlestur fríggjadagur 3. januar 2025
185356
Hósdag 2. januar
RagnarRokk 2.januar 2025
184018
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. januar
Veðrið
185848
Mikudag 1. januar
Sig okkurt skek
185740
Mikudag 1. januar
Hjartabørn í Kenja
185737
Mikudag 1. januar
Andakt við Gerhardi Jónsson Mikkelsen
185736
Týsdag 31. desember
Nýggjár 2024
185722