Grønland vil prógva, at tað eisini eigur markelin

Grønland vil prógva, at tað eisini eigur markelin
 
17.03.2015 - 10:03

Grønland hevur sett sær fyri at prógva, at landið eigur sín bróðurpart av makrelinum í Norðuratlantshavi. Tí hevur landsstýrið sett 6,2 milliónir kr. av á fíggjarlógini til at gera royndir við makrelfiskiskapi í ár. Royndirnar skuklu gerast í Eystur- og Suðurgrønlandi.

Í fjør fiskaðu grønlendingar sløk 79.000 tons av makreli í Eysturgrønlandi, og fiskiskapurin eydnaðist væl.

- Tað hevur stóran týdning at nýta tað ríkidømið sum finst í grønlendskum sjógvi, og tí er neyðugt at gera royndirnar, fyri at prógva, at grønlendingar hava rætt til sín part av makrelinum, sigur landsstýrismaðurin í fiskivinnu og landbúnaði, Karl-Kristian Kruse við grønlendska kringvarpið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. februar
Vikuskiftið 21 februar 2025
188133
Fríggjadag 21. februar
Morgunlestur fríggjadagur 21.februar 2025
186661
Hósdag 20. februar
RagnarRokk 20.februar 2025
186601
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962