USA broytir meining um Assad

USA broytir meining um Assad
Stríðið ímóti Islamiskum Stati (IS) merkir nú, at USA helst má samstarva við sýriska forsetan, Assad
 
15.03.2015 - 17:03

Líkt er til, at stríðið móti Islamskum Stati hevur fingið USA at broyta hugsan um sýriska forsetan, Bashar Al-Assad.

Amerikanski uttanríkisráðharrin, John Kerry, sigur í samrøðu við CBS, ar tað kann verða neyðugt hjá USA at samráðast við Assad, og at roynt verður at noyða Assad til samráðingarborðið, til tess at steðga krígnum í Sýria. 

Kerry sigur í samrøðuni, at bæði USA og onnur lond, sum hann ikki nevndi við navni, royna at rudda slóð fyri samráðingum við sýrisku stjórnina.

Eygleiðarar siga, at nú roynt verður at niðurberja Islamskan Stat, er Assad ikki tann óndasti.

Kríggið í Sýria hevur vart í fimm ár. Tað byrjaði við einari friðarligari kravgongu móti Assad, forseta, í mars 2011. Uppreisturin ment seg til vápnað stríð, og burtur úr tí eru sprotnir víðgongdir felagsskapir, eitt nú Islamskur Statur. 

Kríggið hevur kravt fleiri hundrað túsund mannalív, og milliónir eru flýdd. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109