Dómur staðfestur: Heilsumálaráðið skal gjalda

Dómur staðfestur: Heilsumálaráðið skal gjalda
Heilsumálaráðið skal rinda góðar átta milliónir kr. umframt rentu og sakarmálskostnað fyri psykiatriska viðgerð hjá dømdum manni
 
12.03.2015 - 11:47

Eystari landsrættur strikaði ikki stóru rokningina, sum Heilsumálaráðið fekk frá Region Hovedstaden fyri psykiatriska viðgerð hjá einum dømdum manni.

Fyri einum góðum ári síðani dømdi Føroya rættur Heilsumálaráðið at rinda góðar átta milliónir krónur umframt rentu fyri viðgerðina og 400.000 krónur í sakarmálskostnaði.

Landsrætturin staðfesti í morgun dómin. Og Heilsumálaráðið skal rinda Region Hovedstaden 200.000 kr. afturat í sakarmálskostnaði.

Stóra rokningin úr Danmark er fyri uppihaldið og psykiatrisku viðgerðina hjá einum útlendskum sjómanni, sum eitt nevningating í Føroya rætti í oktober í 2006 dømdi í viðgerðarvarðhald á sjúkrahúsi, tí hann stakk skiparan á frálandsskipinum Tórsvík.
  
Tá maðurin varð tikin, hevði hann fyribils uppihaldsloyvi í Føroyum. Tí eiga føroyskir myndugleikar at gjalda fyri viðgerðina, sum var í Danmark, sigur dómsvaldið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. mars
Kallið: "Kvinnan skal tiga ! ?"
188796
Leygardag 8. mars
Jambalaja - 080325
188856
Leygardag 8. mars
Upp á tá - 070325
188847
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823