ST rósar Grønlandi fyri kvinnurættindi

ST rósar Grønlandi fyri kvinnurættindi
Grønland fær rós fyri javnstøðulógina, sum kom í 2013, og tí so nógvar kvinnur eru í politikki
 
11.03.2015 - 08:55

Grønland fekk rós frá ST, nú danska ríkið hevur staðið til svars í Geneve um kvinnurættindi.

Grønlendska landsstýrið sigur í tíðindaskrivi, at Grønland stóð royndina í rættindum hjá kvinnum. Men CEDAW-nevndin hevur tó eisini givið Grønlandi nógv tilmæli um, hvussu rættindini hjá kvinnum kunnu gerast betri. 

Mælt verður millum annað til at gera okkurt, sum forðar fyri so nógvum fosturtøkum í Grønlandi og forðar fyri harðskapi móti kvinnum. Grønland fær rós fyri javnstøðulógina, sum kom í 2013, og tí so nógvar kvinnur eru í politikki, í vinnulívinum, í skúlaverkinum og á arbeiðsmarknaðinum. 

Fýra ár ætlan

Grønlendska landsstýrið samtykti í fjør eina fýra ára ætlan, sum skal forða fyri millum annað harðskapi móti kvinnum. Tilmælini, sum Føroyar fingu frá CEDAW eftir royndina í Geneve 24. februar, vóru millum annað at endurskoða fosturtøkulógina, og at føroyskir myndugleikar skulu virka fyri, at fleiri kvinnur gerast virknar í politikki.

Harafturat skulu føroyskir myndugleikar kunna meira um kvinnurættindasáttmálan hjá ST, styrkja rættarverjuna hjá kvinnum, sum eru fyri harðskapi, endurskoða skipanir, sum hava til endamáls at veita javnstøðu, gera fleiri kanningar um kyn og javnstøðu og at fáa til vegar og greina fleiri hagtøl um kynini bæði. 

Eisini skulu føroyskir myndugleikar royna at broyta siðbundnar fatanir um lutin hjá kvinnum og monnum í samfelagnum.

Næstu ferð, Grønland, Føroyar og Danmark skulu til roynd í kvinnurættindum, verður í 2019. Men frágreiðing um støðuna skal latast CEDAW-nevndini í 2017. Grønland og Føroyar eru við í frágreiðingini hjá Danmark.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. februar
Vikuskiftið 21 februar 2025
188133
Fríggjadag 21. februar
Morgunlestur fríggjadagur 21.februar 2025
186661
Hósdag 20. februar
RagnarRokk 20.februar 2025
186601
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962