Ebola sjúkan fyribils hasað av í Liberia

Ebola sjúkan fyribils hasað av í Liberia
Seinastu ebola sjúklingurin í Liberia er nú sloppin heim av sjúkrahúsi, og seinastu trettan dagarnar er eingin nýggjur tilburður staðfestur
Líkt er til at ebola sjúkan fyribils er hasað av í Liberia. Eingin nýggjur sjúkutilburður er staðfestur í landinum í tríggjar vikur
Mynd: AP  
 
06.03.2015 - 15:32

Tað fær myndugleikarnar at halda, at ebola sjúkan í landinum er av á hesum sinni. Í Sierra Leone og í Guinea verða framvegis tilburðir av sjúkuni staðfestir.

Næstan 24.000 fólk eru smittað við ebola í teimum trimum londunum. Næstan 10.000 fólk eru deyð av sjúkuni, harav eru yvir 4.000 í Liberia. Hóttanin er ikki av enn, tí seinastu vikuna eru 132 fólk smittað í Sierra Leone og í Guinea.

Heimsheilsustovnurin, WHO, ávarar framvegis ímóti sjúkuni í øllum trimum londunum, tí fólk doyggja av sjúkuni, hóast tey ikki hava verið undir læknahond, og tí er hóttanin ikki av enn.

Ebola sjúkan hevur havt álvarsligar avleiðingar fyri øll trý londini, tí alt virksemi er mestsum steðgað upp.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109