Dánjal Martin er heimsmeistari

Dánjal Martin er heimsmeistari
Vágbingurin, Dánjal Martin Hofgaard er heimsmeistari í inniróðri. Hann vann gull í sínum bólki í HM kappingini í Boston
Dánjal Martin Hofgaard, HM vinnari í inniróðri
Mynd: Róðrarsamband Føroya  
 
01.03.2015 - 21:54

Føroyar hava fingið ein heimsmeistara í dag. Vágbingurin, Dánjal Martin Hofgaard, hevur vunnið gull í lættvektarbólkinum í HM í inniróðri í Boston. 

Dánjal Martin var fremstur á 1.000 metrum, men so harðnaði kappingin. Vágbingurin var tó drúgvastur, sterkastur og skjótastur og kom á mál við tíðini 06.16.07, og harvið varð HM gullið vunnið. 

Móttøka verður fyri Dánjal Martini á Torginum í SMS klokkan 16.30 mánadagin, og Dánjal Martin verður eisini gestur í 3-2, sum kemur í sjónvarpinum eftir Dag&Viku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949