Andstøðupolitikkari dripin í Russlandi

Andstøðupolitikkari dripin í Russlandi
Fyrrverandi varaforsætisráðharrin í Russlandi, og núverandi andstøðuleiðari, 55 ára gamli Boris Nemtsov, varð skotin og dripin á opnari gøtu
 
28.02.2015 - 11:47

Nemtsov gekk saman við eini kvinnu túr á Bolsjoj Moskvo-retskij-brúnni nærindis Kreml um hálvgum ellivutíðina okkara tíð í gjárkvøldið, tá sjey-átta skot vórðu latin av í ryggin á honum. Gerningsmenninir sótu í einum bili.

Boris Nemtsov er kendur fyri at vera ein av harðastu politisku mótstøðumonnunum móti russiska forsetanum, Vladimir Putin. 

Kanna drápið

Sambært tíðindastovuni, Tass, hevur Putin givið boð um, at drápið skal kannast. 

Talsmaðurin hjá Putin sigur, at Putin fordømir drápið, og sigur, at nógv bendir á, at hetta er leigudráp, og at tað er rein provokation.

Kvinnan, sum fygldist við Nemtsov, er í nátt avhoyrd. 

Væl fyriskipað dráp

Atsóknin hendir bara fáar dagar undan stórari mótmælisgongu móti stýrinum hjá Putin. Í seinasta bloggi sínum mælti Boris Nemtsov øllum í andstøðuni um at stuðla mótmælistiltakinum í Moskva í morgin.

Russiskir rannsakarar halda, at drápið er væl fyriskipað. Teir kann nú, um endamálið við drápinum er at skapa óstøðug viðurskiti í politisku støðuni í Russlandi, sigur russiska tíðindastovan, Interfax.

Rannsakararnir meta eisini, at víðgongdir islamistar kunnu hava framt álopið ella kann tað hava samband við stóru mótmælisgonguna í morgin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109