Varðhaldsfongslaðir fýra vikur afturat

Varðhaldsfongslaðir fýra vikur afturat
Býarrætturin í Keypmannahavn avgjørdi fyri løtu síðani, at tveir mans, ið vórðu tiknir fyri yvirgangsatsóknirnar, skulu verða sitandi í geglinum
Tveir mans, ið vórðu handtiknir 16. februar, eru nú varðhaldsfongslaðir í fýra vikur afturat, skuldsettir fyri at hava útvegað vápnini, ið vórðu brúkt í yvirgangsálopunum í Keypmannahavn
 
26.02.2015 - 12:21

Tveir mans, ið vórðu handtiknir í kjalarvørrinum á yvirgangsatsóknunum í Keypmannahavn, vórðu fyri løtu síðani varðhaldsfongslaðir í fýra vikur afturat, skrivar DR.

Menninir vórðu handtiknir 16. februar, skuldsettir fyri at hjálpt 22 ára gamla manninum, ið framdi álopini, við at útvega vápnini, tá tvey fólk vórðu myrd og fimm løgreglufólk vórðu særd.

Greinin heldur fram niðanfyri

- Trygdin er óvanlig. Løgregla í hjálmum og við automatiskum riflum, segði útsendi tíðindamaðurin hjá DR, Claus Buhr, tá menninir vórðu varðhaldsfongslaðir í fýra vikur afturat.

Trettan tímar eftir at ein 22 ára gamal maður framdi tvær yvirgangsatsóknir í Keypmannahavn 14. februar, drap løgreglan mannin í skotbardaga, eftir at hava jagstrað mannin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109