Útseta botnsýn á Teistanum

Útseta botnsýn á Teistanum
Verður í staðin hósdagin 5. mars
 
25.02.2015 - 09:30

Botnsýnið, sum skuldi gerast á strandfaraskipinum Teistanum í morgin, er útsett eina viku, og verður í staðin hósdagin tann 5. mars. 

Tað upplýsir Strandferðslan á heimasíðuni. 

Botnkanningar skulu gerast á Smyrli og á Teistanum. 

Jóhan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðari á Strandfaraskipum Landsins, segði við útvarpið í gjár, at kanningarnar verða gjørdar fyri at reinsa botnin fyri gróður, so skipini kunnu drívast meira effektivt og harvið spara olju. 

Talan er um árliga kanning. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV