Tunnilsfeløg farin í likvidasjón

Tunnilsfeløg farin í likvidasjón
Partafeløgini Eysturoyartunnilin og Faroese Infrastructure Holding verða nú tikin av
 
25.02.2015 - 08:08

Í seinasta lagi 5.mai skulu tey, sum halda seg eiga pengar til góðar hjá feløgunum hjá Copenhagen Infrastructure Partners í Føroyum, at boða bústjóranum frá.    

Bæði partafeløgini, sum Copenhagen Infrastucture Partners og Lív stovnaðu í Føroyum á sumri 2013, tí feløgini væntaðu at sleppa at gera Eysturoyartunnilin, fóru í sjálvbodna likvidasjón tann 27.januar, og Skrásetingin kunngjørdi avgerðina tann 6.februar.

Ingi Højgaard, advokatur, var stjóri í partafeløgunum Eysturoyartunnilin og Faroese Infrastructure Holding, og hann er eisini bústjóri, nú bæði feløgini verða tikin av.

Tvær milliónir í halli

Sambært roknskapinum hjá P/f Eysturoyartunlinum frá 2013, roknskapurin fyri 2014 er ikki kunngjørdur enn, hevði felagið tvær milliónir og 243.000 krónur í halli í 2013. Skuldin hjá felagnum var 185.000 kr. 

Partapeningurin hjá felagnum var fimm milliónir. Lív átti 20 prosent av felagnum.

Felagið hevði eingi starvsfólk og rindaði hvørki lønir ella samsýningar til stjórn ella nevnd. 

Hjá P/f Faroese Infrastructure Holding eru tølini næstan tey somu, úrslitið í 2013 var tvær milliónir og 268.000 kr. í halli. Partapeningurin var eisini fimm milliónir, men hetta felagið hevur onga skuld. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Mikudag 30. apríl
KÍ og NSÍ eru í klassa fyri seg
191209
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114