Smyril og Teistin skulu botnkannast

Smyril og Teistin skulu botnkannast
Ferðaætlanin hjá Smyrli verður óbroytt, men ferðaætlanin hjá Teistanum verður nakað broytt hósdagin
 
24.02.2015 - 14:55

Strandafaraskipini Teistin og Smyril skulu næstu dagarnar til botnkanningar. 

Smyril í dag og í morgin og Teistin hósdagin. 

Johan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðari á Strandfaraskipum Landsins, sigur, at kanningin verður gjørd fyri at reinsa botnin fyri gróður, so skipini kunnu rekast meira effektivt og harvið spara olju. 

Talan er um árliga kanning. 

Kanningarnar taka ikki langa tíð. Ferðaætlanin hjá Smyrli verður óbroytt, men ferðaætlanin hjá Teistanum verður nakað broytt hósdagin. 

Broytingarnar kunnu síggjast á heimasíðuni hjá Strandfaraskipum Landsins.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV