- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ravmagnsbilar og vetnisbilar sleppa undan gjaldi
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/screen_shot_2015-01-02_at_9.37.40_pm.png?itok=0FWf7qAF)
Bilar, sum bara brúka streym ella vetni, sleppa undan virðisgjaldinum til landskassan í trý ár afturat.
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum mælir í lógaruppskoti til at leingja heimildina til 31.desember í 2018.
Virðisgjaldið er 50 prosent av avgjaldsskylduga virðinum upp í 100.000 kr., og 75 prosent av avgjaldsskylduga virðinum oman fyri 100.000 kr.
Fáir bilar verða keyptir
Landskassin missir ikki nógv, hóast elbilar og vetnisbilar sleppa undan virðisgjaldinum, tí so fáir slíkar bilar verða keyptir í Føroyum.
Landsstýrismaðurin sigur, at við lógaruppskotinum er ætlanin at staðfesta, at skrásetingargjaldið fyri bilar ikki skal vera nøkur forðing fyri, at fleiri elbilar og vetnisbilar verða keyptir í Føroyum.
Í lógaruppskotinum verður eisini mælt til at strika virðisgjaldið fyri motorsúkklur. Mett verður, at landskassin fer at missa 300.000 kr. av tí um árið.