Sildastovnurin betri fyri enn hildið

Sildastovnurin betri fyri enn hildið
Kanningarnar av stovninum av Norðhavssild, eru helst tær bestu sum eg havi verið við til, sigur norski fiskifrøðingurin, Aril Slotte við Fiskaren
Sildastovnurin betri fyri enn hildið
Mynd: Savnsmynd  
 
22.02.2015 - 11:14

Trý norsk skip kannaðu sildastovnin í tvær vikur, og kanningarnar endaðu týsdagin.

Kanningar vóru gjørdar frá leiðini við Ålesund, og endaðu norðalaga. Og allastaðni var sild at síggja, sigur Aril Slotte.

Nú skulu kanningarnar hjá skipunum samansjóðast, og seinast í februar verður úrslitið almannakunngjørt.

Aril Slotte sigur at hann var ovfarin av kanningunum, tí ført hevur verið fram, at sildastovnurin er minkaður skjótt, og av tí sama er samlaða kvotan av sild lækkað seinastu árini.

Fiskaren skrivaði herfyri, at fyrstu kanningarnar vístu, at stovnurin av Norðhavssild var átta milliónir tons, og tað var væl meir, enn fyrr mett.

Aril Slotte vildi ikki gera viðmerkingar til tey tíðindini, men vísti á, at úrslitini av kanningunum verða almannakunngjørd um mánaðarskiftið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109