Grønland ásett sær 100.000 tons av makreli

Grønland ásett sær 100.000 tons av makreli
Samstundis er avgerð tikin um at hækka kvoturnar fyri svartkalva í Diskovíkini, við Umannak og við Upernavik
Grønland ásett sær 100.000 tons av makreli
Mynd: www.fiskerforum.dk  
 
22.02.2015 - 15:38

Grønland hevur ásett sær eina kvotu av makreli, sum er 100.000 tons í ár. Loyvt verður at fiska 85.000 tons av makreli í Eysturgrønlandi og 15.000 tons í Vesturgrønlandi. Í fjør høvdu grønlendsk skip bert loyvi at fiska makrel í Eysturgrønlandi, og tey fiskaðu 78.000 tons.

Samstundis hevur landsstýrið gjørt av at hækka kvoturnar av toski og svartkalva í Grønlandi, væl uppum tað sum fiskifrøðingarnir mæla til.

Útróðrarflotin fær loyvi at fiska 25.000 tons av toski, tað er tvær ferðir so nógv sum fiskifrøðingarnir hava mælt til.

Samstundis er avgerð tikin um at hækka kvoturnar fyri svartkalva í Diskovíkini, við Umannak og við Upernavik. Í teimum trimum økjunum hava fiskifrøðingar mælt til at fiska í mesta lagi 20.000 tons av svartkalva, men landsstýrið hevur hækkað kvoturnar tilsamans upp í góð 28.000 tons.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109