ES longt lánini til Grikkaland

ES longt lánini til Grikkaland
Fíggjar- og búskaparmálaráðharrarnir í evru-londunum gjørdu í gjár avtalu við grisku stjórnina um at leinga lánini hjá landinum fýra mánaðir aftrat
 
21.02.2015 - 13:23

Evro-londini leingja lánini fyri at vinna sær tíð at samráðast um eina nýggja avtalu við Grikkaland, sum er í svárari, fíggjarligari kreppu.

Við avtaluni, bindur Grikkaland seg at halda tær treytirnar, sum verðandi hjálpipakki krevur, tó er kravið til yvirskotið á handilsjavnanum hjá Grikkalandi linka eitt sindur.

Avtalan kann skaða stjórnina

Men nýggja avtalan kann gerast ein trupulleiki hjá stjórnini, tí nógv ikki vilja góðkenna, at Grikkaland hevur lagt seg flatan fyri evro-londini. Tað sigur Hákon Redder við DR. 

Týskland hevði annars boðað frá, at tað tekur ikki undir við umsóknini hjá Grikkalandi, tí hon lýkur ikki krøvini um sparitiltøk og nýskipanir í Grikkalandi, sum evru-londini hava sett sum treyt. Eisini Portugisiki fíggjarmálaráðharrin fannst at, at treytirnar til Grikkaland vóru linari í nýggju avtaluni. 

Men hini 18 londini í evru-samstarvinum góðtóku karmin, og avtalan var undirskriva í gjár. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109