Evrulondini um at missa tolið við Grikkalandi

Evrulondini um at missa tolið við Grikkalandi
Grikski fíggjarmálaráðharrin, Yanis Varoufakis, hevur framvegis vónir um, at tað fer at eydnast at gera eina avtalu um milliarda skuldina
Evrulondini eru um at missa tolið við Grikkalandi. Fíggjarmálaráðharrin í landinum hevur framvegis vónir um, at tað fer at eydnast at gera eina avtalu um milliarda skuldina
 
17.02.2015 - 10:45

Teir 19 búskapar- og fíggjarmálaráðharrarnir í evrulondunum høvdu fund í Brússel í gjár, men einki spurdist burturúr. Men grikski fíggjarmálaráðharrin segði eftir fundin, at hann væntar, at ein semja fæst um 48 tímar.

Grikkaland krevur, at ein stórur partur av skuldini verður strikaður. Formaðurin fyri evrulondini, niðurlendski fíggjarmálaráðharrin, Jeroen Dijsselbloem, gjørdi greitt, at nú er tolið um at vera uppi.

- Vit hava hesa vikuna afturat, segði grikski fíggjarmálaráðharrin, Yanis Varoufakis.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109