Sáttmáli undirskrivaður við trý fakfeløg

Sáttmáli undirskrivaður við trý fakfeløg
Nú kommunurnar hava yvirtikið eldraøkið, eru tað tær, sum gera sáttmálar við starvsfólkið.
Mynd: Savnsmynd  
 
24.01.2015 - 10:48

 

Nú kommunurnar hava tikið við eldraøkinum, er Kommunala Arbeiðsgevarafelagið farið undir samráðingar við fakfeløgini, hvørs limir arbeiða í heimarøktini.

Í gjár skrivaði Kommunala Arbeiðsgevarafelagið undir sáttmála við trý fakfeløg: felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Fysioterapifelag Føroya og Ergoterapeutfelagið.

Samráðingarnar hava verið síðani í heyst, og tær hava gingið væl, upplýsir Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Fylgja verandi sáttmálum í summum førum

Í onkrum føri hevur Kommunala Arbeiðsgevarafelagið avtalað við feløgini at fylgja tí til eina og hvørja tíð galdandi sáttmála, sum tey hava við Fíggjarmálaráðið.

Í øðrum føri er avtalað at fylgja teimum nevndu galdandi sáttmálum millum fakfeløgini og Fíggjarmálaráðið, men saman við eini serstakari avtalu, sum m.a. heimilar fakfelagnum og Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum at viðgera størv og flokkingar á kommunala sáttmálaøkinum.

Harumframt er Kommunala Arbeiðsgevarafelagið saman við øðrum fakfeløgum farið undir at gera sjálvstøðugar sáttmálar, og tað arbeiðið er komið væl áleiðis, upplýsir KAF í tíðindaskrivi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Mikudag 30. apríl
KÍ og NSÍ eru í klassa fyri seg
191209
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114