Seks gull og níggju silvurheiðursmerki í badminton

Seks gull og níggju silvurheiðursmerki í badminton
Føroysku badmintonleikararnir fingu eitt sera gott úrslit til RIG í íslandi. Tey koma aftur við í alt 15 heiðursmerkjum
 
19.01.2015 - 13:52

Badmintonleikararnir dystaðust í trimum aldursbólkum. U 13, u 15 og u 17. Umframt hetta luttóku tey í eini kapping fyri undir 11 ár.

Serliga var tað aldursbólkurin undir 13 ár, sum kláraði seg væl. Tey vunnu fimm gull og trý silvurheiðursmerki í A bólkinum. Og í B bólkinum fingu vunnu tey eisini eitt silvurheiðursmerki. Ari Nandi stóð seg serliga væl, hann vann trý gullheiðursmerki.


Væl umboðað

Heili 46 føroyskir badmintonleikarar vóru við til RIG 2015. Leikararnir vóru frá feløgunum, HBF, KBF, MBF og ÍF.

Erik Engelbrecht Thomsen, formaður í badmintonsambandi Føroya er sera errin av íðkarunum, sum kláraðu seg ómetaliga væl. 

Gott at royna aðrar kappingar

Erik Engelbrecht Thomsen, heldur at støðið var høgt, og at RIG gevur leikarunum eina uppliving. Hann heldur ta tað verður ov einstáttað í longdini at spæla móti teimum somu í heimligu kappingini.

Tí er gott at royna kappingar uttland har tú spælir ímóti leikarum, ið tú ikki kennir frammanundan, sigur Erik Engelbrecht Thomsen at enda. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949