Pál Joensen fær 405.000 krónur frá ÍSF

Pál Joensen fær 405.000 krónur frá ÍSF
Nú er greitt, hvørji ítróttarfólk fáa úrvalsstuðul frá ÍSF. Tilsamans fáa átta ítróttarfólk stuðul
Pál Joensen luttekur í nógvum altjóða kappingum við góðum úrslitum, og tað sæst aftur í stuðulsupphæddini frá ÍSF
 
09.01.2015 - 17:03

Úrval, sum er serlig skipan undir ÍSF, hevur gjørt av, hvørji ítróttarfólk skulu fáa stuðul í 2015.

Átta ítróttarfólk hava søkt um stuðul, og øll fáa nakað.

Pál Joensen fær mest, hann fær 405.000 krónur.

 

Soleiðis hevur Úrval býtt pengarnar:

1. Pál Joensen, svimjing, 405.000 kr. 

2. Guðmundur Joensen, triathlon, 220.000 kr.

3. Valborg Heinesen, frælsur ítróttur, 91.000 kr.

4. Krista Mørkøre, svimjing, 68.000 kr.

5. Ragnvaldur Joensen, svimjing, 49.500 kr.

6.. Óli Mortensen, svimjing, 26.000 kr.

7. Tórur Mortensen, frælsur ítróttur, 20.000 kr.

8. Hanus Bergsson, frælsur ítróttur, 20.000 kr.

 

Úrval hevur býtt treytirnar fyri stuðli í tríggjar bólkar. Tað ber til at lesa meira um treytirnar á heimasíðuni hjá ÍSF

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949