- Tíðindi, mentan og ítróttur
400.000 krónur til landsliðsarbeiði hjá ÍSF
Ítróttasamband Føroya fegnast um, at Føroya Løgting á fíggjarløgtingslógini fyri 2015 hevur sett eina serstaka játtan av til luttøku í altjóða kappingum og at fyriskipa altjóða kappingar í Føroyum, skrivar ÍSF á heimasíðu síni.
Løgtingið samtykti í gjár, at seta 400.000 krónur av á fíggjarlógini næsta ár til landsliðsarbeiðið hjá ÍSF.
Hjá ÍSF fegnast tey um játtanina, og vísa á, at játtanin gevur eitt gott útgangsstøði fyri ítróttarárið 2015, har nógv stór altjóða tiltøk á skránni.
SÍ EISINI 800.000 kr. afturat til ÍSF
Millum annað fer Hondbóltssamband Føroya at hýsa EM fyri U17-landslið og Fimleikasamband Føroya fer at hýsa HM í estetiskum fimleiki. Og so er størsta felagsítróttarliga kappingin hjá Føroyum, Oyggjaleikirnir, á skránni í 2015.
Harumframt hevur flogbóltslandsliðið vunnið seg víðari í altjóða kapping, eins og aðrar ítróttagreinir eru við til altjóða kappingar, sum tær plaga. Somuleiðis heldur svimjingin áfram við sínum sjónliga altjóða profili, skrivar ÍSF.
Víst verður á stóra týdningin, sum altjóða luttøka hjá okkara landsliðum hevur fyri brandingina av Føroyum, og at tað er við til at varpa ljós á Føroyar og føroyskan ítrótt.