Føroyingar judomeistarar í Keypmannahavn

Føroyingar judomeistarar í Keypmannahavn
Jógvan Páll Kristiansen (v.m) og Sigmundur Johansen eru judomeistarar í Keypmannahavn
 
07.12.2014 - 18:05

Jógvan Páll Kristiansen og Sigmundur Johansen vunnu í dag gull heiðursmerki í judokapping í Danmark.

 

Talan var um kappingina Copenhagen Cup, sum varð hildin í judohøllini hjá Amager Judo Skole.

 

Jógvan Páll Kristiansen bardist í vektflokkinum fyri teir, sum viga undir 73 kilo. Hann vann allar tríggjar dystirnar og gjørdist tískil eisini vinnari av bólkinum.

 

Sigmundur Johansen bardist í vektflokkinum fyri teir, sum viga undir 100 kilo. Hann bardist tveir dystir og vann báðar, og soleiðis gjørdist eisini hann vinnari av sínum bólki.

 

Copenhagen Cup er skipað yvir fýra umfør. Umframt at vinna kappingina í dag, so er Jógvan Páll Kristiansen eisini samlaður vinnari av øllum kappingunum, tí hann hevði flest stig tilsamans.

 

Sigmundur Johannesen hevur bara verið í Danmark í ein mánað, og hevur tískil bara luttikið í dagsins kapping.

 

Teir báðir Jógvan Páll og Sigmundur venja báðir við Amager Judo Skole, sum telist millum bestu judofeløgini í Danmark.

 

Kappingin í dag var ein liður í fyrireikingunum til Reykjavík Open í januar, har teir fara við føroyska judolandsliðnum, og NM, sum eisini verður í Reykjavík, í mars.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Leygardag 26. apríl
Vikan 26. apríl 2025
191088
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949