Vit missa rækjur - grønlendingar missa fiskidagar

Vit missa rækjur - grønlendingar missa fiskidagar
Fiskirættindaavtalan millum Føroyar og Grønland er lítið broytt, men nøkur ótroytt rættindi eru tikin úr avtaluni
 
05.12.2014 - 14:40

Føroyska royndarkvotan eftir 100 tonsum av rækjum við Grønland dettur burtur næsta ár.  Og 60 fiskidagar, sum Grønland eigur undir Føroyum, detta eisini burtur.

Føroyar og Grønland hava í dag skrivað undir avtalu í Keypmannahavn um sínámillum fiskiveiðirættindi í 2015. 

Avtalan er lítið broytt frá 2014, men nøkur ótroytt rættindi eru tikin úr avtaluni.

Føroysk skip sleppa at fiska 355 tons av toski við Eysturgrønland. Og føroysku svart-kalvakvoturnar við Eysturgrønland og Vesturgrønland verða ávikavist 275 og 100 tons.

Grønlendsk skip sleppa at fiska 2.100 tons av sild í føroyskum sjógvi og 5.500 tons av svartkjafti, sum Grønland hevur fingið gjøgnum NEAFC.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. februar
Vikuskiftið 21 februar 2025
188133
Fríggjadag 21. februar
Morgunlestur fríggjadagur 21.februar 2025
186661
Hósdag 20. februar
RagnarRokk 20.februar 2025
186601
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962