- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tekur ákæru móti føroyskum embætisfólkum aftur

Grønlendska fiski- og veiðumannafelagið, KNAPK, tekur nú aftur skuldsetingarnar móti føroyskum og íslendskum embætisfólkum í grønlendska aðalráðnum fyri fiskiskap, veiðu og landbúnað.
Fiski- og veiðumannafelagið skuldsetti fyri tveimum vikum síðani føroysk og íslendsk embætisfólk í aðalráðnum fyri at geva føroyskum áhugamálum í grønlendska makrelfiskiskapinum framíhjárætt, tá kvotur skulu útlutast.
Men Jørn Isak Olsen, aðalstjóri í grønlendska aðalráðnum fyri fiskiskap, veiðu og landbúnað, hótti stutt eftirvið at stevna KNAPK, um felagið ikki tók sínar ákærur aftur.
Og í dag skrivar grønlendska blaðið Sermitsiaq, at KNAPK hevur tikið skuldsetingarnar aftur, og aðalráðið fyri fiskiskap, veiðu og landbúnað hevur góðtikið umberingina.
